14. september

<< september 2025 >>
Mi Fr Le Su
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30
MMXXV

14. september er dagur 259 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 260 um skotár er). 106 dagar eru eftir av árinum. Dagurin eitur Dýrd krossins. Eisini róptur krossmessa um heystið. Krossurin, sum drotningin Helena fann, Kristi krossur, varð tikin og fluttur burtur av heidningum, men funnin aftur og førdur til Jerusalems. Dagurin hátíðarhildin til minnis um hesa hending. 14. september er eisini dagurin, tá ið atkvøðugreiðsla í 1946 var í Føroyum um samband við Danmark ella loysing.[1]

Í Føroyum hevur eisini verið eitt tíðindablað við heitinum 14. september - sí 14. september (tíðindablað).

  1. Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne