3. november

Okt - Nov - Des
Mi Fr Le Su
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30        
Kalendari fyri 2025
Allir dagar

3. november er dagur 307 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 308 um skotár er). 58 eru dagar eftir av árinum.

Dagurin eitur Hubertus. Hubertus, deyður ár 727. Var biskupur í Maastricht eftir Lambertus. Var tiltikin veiðimaður og gjørdist verndarhalgimenni hjá øllum veiðimonnum. Halgisøgan sigur, at hann legði veiðiferðirnar av, tá ið hann ein dagin sá ein hjørt við einum lýsandi krossi millum hornini. Í mongum londum verða havdar sonevndar hubertusveiðiferðir. Haruskjótingin í Føroyum, sum er um hetta mundið, kann sigast at vera ein leivd av hesum siði.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne