Aaja Chemnitz

Aaja Arnatsiaq Chemnitz Driefer (fødd Larsen 2. desember 1977 í Nuuk) er ein grønlendskur politikari (Inuit Ataqatigiit).

Aaja Chemnitz er útbúgvin cand.scient.adm. frá Grønlands Universiteti í 2004.[1] Hon hevur starvast sum fulltrúi á skrivstovuni hjá grønlendska landsstýrinum og onnur øki, áðrenn hon fór uppí politikk.

Aaja Chemnitz gjørdist limur í danska Fólkatinginum í 2015. Fýra ár seinni varð hon afturvald við fleiri enn 27 prosent av teimum grønlendsku atkvøðunum.[2]

Á Fólkatingsvalinum í 2022 varð hon vald fyri triðju ferð sum grønlendskt umboð á danska fólkatingi, saman við Aki-Matilda Høegh-Dam.[3]

  1. Aaja Chemnitz Driefer, altinget.dk
  2. Genvalg til Aaja Arctic Business Network, 7. juni 2019
  3. Laveste valgdeltagelse i 35 år: Mindre end halvdelen af os stemte, knr.gl, 3. nov. 2022

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne