Skjøldur | Kort |
---|---|
![]() |
![]() |
Land: | ![]() |
Størsti býur: | Bærum |
Íbúgvar (2024): |
728 803 |
Vídd: | 5894 km² |
Staðseting: | 60°00′00″N 11°00′00″E |
Heimasíða: | afk.no |
Akershus er eitt fylki í Norra. Frá 2020 til 2023 hevur Akershus verið ein partur av táverandi fylkinum Viken, har Østfold, Akershus og Buskerud vórðu løgd saman í eitt. Núverandi Akershus fylki varð stovnað hin 1. januar 2024. Í fylkinum búgva áleið 728 túsund fólk.
Fylkið hevur mark við Innlandet, Buskerud, Oslo, Østfold og Svøríki. Fyrisitingarsætið hjá Akershus fylkinum er í Oslo, sum er ikki partur av fylkinum.