Flagg | Skjøldur |
---|---|
![]() |
![]() |
![]() | |
Land: | ![]() |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Montgomery |
Størsti býur: | Birmingham |
Innlimað: | 14. desember 1819 |
Guvernørur: | Kay Ivey (R) |
Vídd: | 135,765 km² |
Íbúgvar (2011): | 4,779,736 |
fyri km²: | 35/km² |
Tíðarzona: | UTC -6/-5/ |
Heimasíða: | www.alabama.com |
Alabama (enskt: State of Alabama) er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 4,7 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin er Montgomery og størsti býur er Birmingham. Í norðri hevur Alabama mark við Tennessee, í eystri við Georgia, í suðri við Florida, og í vestri við Mississippi. Í 1819 bleiv Alabama stakríki í USA. Eyknevni er Gulhamarstaturin (enskt: The Yellowhammer State).