Tíðarskeið | 1998 – 2004 |
---|---|
Undanmaður | Edmund Joensen |
Eftirmaður | Jóannes Eidesgaard |
Føddur/Fødd | 19. november 1947 Viðareiði |
Andaðist | 20. februar 2024 |
Flokkur | Fólkaflokkurin |
Anfinn Kallsberg (19. november 1947 - 20. februar 2024) var løgmaður í Føroyum 1998-2004, hann hevur eisini verið fiskimálaráðharri, fíggjarmálaráðharri, løgtingsformaður og formaður í Løgtingsins Fíggjarnevnd. Hann var limur í Danska Fólkatinginum frá 2005 til 2007. Anfinn var útbúgvin innan skrivstovu og handil. Hann starvaðist sjálvstøðugur við bókhaldi og annað á Viðareiði í tíðarskeiðinum frá 1974 til 1996. Harumframt starvaðist hjá J.F. Kjølbro í Klaksvik frá 1964 til 1974.[1] Anfinn Kalsberg legði frá sær sum løgtingsmaður í januar 2011, tá Fólkaflokkurin avgørdi at gera ymiskar umrokeringar í flokkinum. Jørgen Niclassen fór frá sum uttanríkisráðharri og fór í staðin í Løgtingið. Annfinn hevði tá verið virkin í føroyskum politikki á Føroya Løgtingi í 30 ár.[2]