Arktis

Roald Amundsen (16. juli 1872 - 18. juni 1928) sigldi útnyrðingsleiðina við Gjøu í 1906

Norðasta stjørnumyndin undir norðurhválvi, Arktos (úr grikskum) ella Stórabjørn (frá latín), er upprunin at navninum á Arktis, sum á okkara máli eitur Norðurkollur og er havið - Íshavið - kring Norðurpólin. Íshavið er suður at norðastu pørtunum í Evropa, Asia, Norðuramerika og Grønlandi. Meginparturin av Norðuríshavinum er fryst, hóast heitir havstreymar ganga norður higar úr Atlantshavi og Kyrrahavi og gera, at luftin hitnar, og ísurin tiðnar við strendurnar við Íshavið. Lítið fólk býr á Norðurkolli, hóast har er nógv tilfeingi og stórt dýrameingi.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne