Art Official Intelligence: Mosaic Thump er fimta fløga útgivin av De La Soul, og fyrsta fløgan í 'Art Official Intelligence' ella 'AOI' røðini. Hon kom út heili fýra ár eftir teirra fyrru fløgu Stake Is High, sum ikki seldi væl, sjálvt um hon var væl umtókt, í hvussu er seinni. Í hesi atløgu komu 2 sangir ("Oooh" við Redman og "All Good" við Chaka Khan) á toplistan, sum spældi stóran leiklut í søluni hjá teimum. Haraftrat var Mosaic Thump nominerað til eina Grammy. Hip Hop broytist, mennist, veksur, og De La Soul vilja ferð eftir ferð vísa, at teir eru førir fyri at vera kreativir samstundis sum teir flyta seg við musikkinum. Stílurin broyttist nógv undir túsundáraskiftinum, til dømis vildu fólk hava nógvan bass, og tað hava teir eisini tikið við í AOI: Mosac Thump, sum tittulin indikerar. Nógvir gestir vóru við í fløguni, frá R&B tónleikarum til Old School hip hop til East Coast hip hop til Rap Rock tónleikarar.