Atlantic Airways | ||
---|---|---|
IATA RC | ICAO FLI | Koda FAROELINE |
Stovnað | 10. november 1987 | |
Byrjað flúgving | 28. mars 1988 | |
Frequent flyer | EuroBonus | |
Flota stødd | 3 flogfør og 2 tyrlur | |
Ferðamál | 7 | |
Høvuðssæti | ![]() | |
Lyklafólk | Niels Mortensen (nevndarformaður)
Jóhanna á Bergi (stjóri) Magni Arge (fyrrverandi stjóri) | |
Heimasíða: http://www.atlantic.fo |
Atlantic Airways (føroyskt; Atlantsflog) varð stovnað tann 10. november 1987 og fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988. Atlantic Airways varð stovnað til tess at menna føroyska flogvinnu og flogferðslu. Stjórin í Atlantic Airways er Jørgen Holme. Skrivstovan hjá Atlantic Airways liggur á flogvøllinum í Vágum og á Kastrup Flogvølli í Keypmannahavn.
Búmerkið hjá Atlantic Airways er ein súla - hetta er ikki tað einasta búmerkið, Atlantic Airways hevur havt. Áðrenn var tað 2 A í føroyskum flagglitum, sum vóru samantvinnað.
Starvsfólkaliðið taldi í 2012 168 ársverk, flogførini eru fýra og tyrlurnar tríggjar í tali hjá felagnum[1].Til samanberingar, so vóru í fyrsta ársfjórðing í 2008 204 fulltíðar starvsfólk hjá Atlantic Airways, og hevði felagið 7 flogfør og 3 tyrlur[2]. Felagið rekur størsta arbeiðsplássið í Vágum og telist eisini millum tey størstu í Føroyum.