Behati Prinsloo (fødd 16. mai 1989 í Grootfontein) er ein namibisk modell og filmsleikari. Hon er gift við Adam Levine frá bólkinum Maroon 5.
Í 2008, gjørdist hon andlitið hjá undirmerkinum Pink hjá Victoria's Secret og fór so víðari og gjørdist ein Victoria's Secret Angel í 2009.
Prinsloo varð fødd í Grootfontein, Namibia (tá South West Africa), har faðir hennara, Boet, virkar sum prestur/prædikumaður, og móðir hennara, Magda, rekur Ból og Bita (Bed & Breakfast). Meðan hon vaks upp, tosaði hon afrikaans og fekk undirvísing í enskum. Einaferð, meðan hon var og ferðaðist í Cape Town, Suðurafrika, sum 16-ára gomul, varð hon uppdagað av Storm Model Management stovnaranum Sarah Doukas (ið eisini uppdagaði Kate Moss).