Beijing

Land: Fólkalýðveldið Kina
Borgarstjóri: Guo Jinlong
Vídd: 16 807,8 km²
Íbúgvar (2014): 21 121 000
fyri km²: 1 231 íbúg./km²
Mál: Kinesiskt
Tíðarzona: UTC +8
Heimasíða: www.beijing.gov.cn

Bejing (fyrr Peking) er høvuðsstaður í Kina, og hevur umleið 20,6 mió. íbúgvar. Beijing er miðdepil fyri ríkisfyrisiting, fíggjarviðurskiftum, skúlaverki og flutningi í Kina, landinum, har væl fleiri enn ein milliard fólk býr, og í fleiri enn 30 býum búgva meiri enn ein millión fólk. Telur tú útjaðaran uppí, búgva stívliga 21,1 mió fólk í Beijing í 2014. Fólkatalið veksur skjótt. Vestar- og norðarlaga er bústaðarøki og lærdi háskúlin í Beijing. Ídnaðarøkið er eystanfyri miðbýin. Tjóðarhátíðir og halgidagar verða hildnir á Tienánmen-torginum (Himmalfriðar-torginum) mitt í gamla býarpartinum. Elstu býarpartarnir eru í veruleikanum tveir býir, hvør gyrdur inn við múrum: Ytri- og Innaribýur.

Í 2008 vóru OL-summarleikirnir í býnum.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne