Beinta Broberg |
---|
 |
er eitt |
menniskja |
---|
Fødd(ur) |
1667 í/á Tórshavn |
---|
Andaðist |
15. feb 1752 |
---|
Dátuheiti |
---|
Beinta Kristina Broberg, veruliga Bente Christine Broberg (uml. 1667 - 15. februar 1752) er tann kvinnan, sum skaldsøgan Barbara er bygd á, og harvið ein av gitnastu kvinnum úr Føroyum.
Beinta er fødd uml. 1667 í Tórshavn, dóttur sorinskrivaran Peder Sørensen Broberg (?-1695) og Birgitte Marie Jensdatter Bøgvad (1647-1715). Bæði foreldrini vóru donsk. Hon var gift tríggjar ferðir:
- uml. 1695 við sóknarpresti Jónas Jónasen (uml. 1660 - uml. 1700). Hann kom úr Danmark og var prestur í Norðoyggjum á Viðareiði.
- uml. 1702 við sóknarpresti Niels Gregersen Aagaard, (1672 - 18. apríl 1706). Tá hann kom úr Danmark til Føroyar, flutti hann við Beintu til Miðvágs í Vágum, har hann bleiv prestur.
- uml. 1706 við sóknarpresti Peder Ditlevsen Arhboe, (23. november 1675 - 7. januar 1756), eftirfólk sum prestur í Vágum, men í 1718 var hann dømdur frá sínum embæti orsakað av stríði við fólki í bygdini.