![]() | |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | ![]() |
Íbúgvar (2007): | 25 266 |
Staðseting: | 31°42′11″N 35°11′44″E |
Heimasíða: | Betlehem-City.org |
Betlehem (31° norðurbreidd 35° eysturlongd) (hebraiskt: בית לחם, arábiskt: بيت لحم) liggur á Vestara Áarbakka av Jordanánni í Palestina, umleið fimm kilometrar frá markinum til Ísrael og Jerúsalem. Betlehem varð grundlagdur í bronsualdrinum og var í jarnaldrinum ein stinnur skansi. Býurin varð ein partur av Jordan í 1950 og hersettur av Ísrael í 1967, tá býurin stóð í búskaparligum blóma av stóra áhuganum fyri og søkjanini til bíbilsku støðini. Hetta broyttist í 1993, tá friðaravtalan millum Ísrael og PLO (Palestinsku Frælsis fylkingina) bar í sær, at Betlehem fór undir palestinska sjálvstýrið.
Kristindómurin byrjaði í Betlehem. Sambært Nýggja Testamenti (Lukasevangeliinum 2, 4-7) er Betlehem Jesu føðibýur og heimstaður hjá Dávids ættini. Jesus sigst vera føddur í eini hellu í býnum. Betlehem hevur í 2012 umleið 29 000 íbúgvar, harav støðugt færri og færri eru kristin, tí tey kristnu í stórum tali flyta úr býnum. Orsøkin er lutvíst sokallaði trygdarmúrurin, sum Ísrael hevur sett upp uttan fyri býin, og lutvíst ósemjur við nýggju palestinsku myndugleikarnar. Í Betlehem eru 20 % av fólkinum kristin í 2012. Fyri nøkrum árum síðani vóru umleið helvtin kristin.
Ár | Fólkatal |
---|---|
1961 | 22,450 |
1983 | 16,300 |
1997 | 21,930 |
2004 | 28,010 |
2005 | 29,020 |
2006 | 29,930 |