British Columbia er ein landslutur í Kanada. Havnabýurin Vancouver í Bretska Kolumbia hevur stóran týdning fyri Kanada. Hesin nútímans stórbýur er umgyrdur av fjøllum og liggur væl fyri við Kyrrahav.
Høvuðsstaðurin í landslutinum eitur Victoria. Hann liggur uml. 100 km sunnan fyri Vancouver í landsynningshorninum á oynni Vancouver Island, beint við markið til stakríkið Washington í USA. Amerikanski stórbýur Seattle er uml. 100 km í ein landsynning úr Victoria.