Deadmau5 (føddur 5. januar 1981 í Niagara Falls, Ontario, Kanada; borgarliga navn: Joel Thomas Zimmerman) er ein kanadiskur tónleikaframleiðari. Í 2012 var sangurin, Raise Your Weapon, sum føroyska Greta Svabo Bech syngur, tilnevndur eina Grammy Award. Sangurin er av studiofløguni 4x4=12, sum eisini varð tilnevnd á Grammy Awards 2012.[1]