Delislestigin er ein gamal hitastigi, nevndur eftir franska stjørnufrøðinginum Joseph-Nicolas Delisle, sum kom við honum í 1732. Eftir hesum stiganum kókar vatn við 0 stig og frystir við 150 stig. Stigin gongur altso øvugtan veg, eins og tann upprunaligi stigin hjá Anders Celsius gjørdi. Stigin varð gjørdur til tann kalda veturin í Russlandi, har Delisle hevði observatorium. Stigin varð brúktur í Russlandi til fyrst í 19. øld.