Edinburgh | |
---|---|
![]() | |
![]() | |
Land: | ![]() |
Vídd: | 262 km² |
Íbúgvar (2014): | 492.680 |
fyri km²: | 1.855 |
Mál: | Enskt, Skotskt gæliskt |
Heimasíða: | Edinburgh.gov.uk Archived 2006-05-27 at the Wayback Machine |
Edinburgh ella Edinborg (enskt: City of Edinburgh, skotskt gæliskt: Dùn Èideann) er høvuðsstaður og næststørsti býur Skotlands. Edinborg hevur verið Skotlands høvuðsstaður síðan 14. øld. Av nógv hægstu nevndum og stjórnum í Skotlandi hava høvuðssæti í Edinborg til dømis skotska tingið, kirkjunevndin og kongshúsið. Edinborg liggur á syðra armi í Forthfirði í Skotlandi.
Edinborg er serliga kend fyri at vera ein útbúgvingarstaður og Edinborgar universitet er í dag nr. 17 í heiminum við serkunnleika og frálæru í læknafrøði og verkfrøði.
Umleið 1. mió. ferðafólk vitja árliga Edinborg og dregur so statt næstflest ferðafólk til sín í øllum Stóra Bretlandi aftaná London.
Av heygnum, har Edinburgh Castle stendur, er frálíkt útsýni oman yvir stórbýin við krókutum miðaldargøtum og føgrum georgianskum húsum.
Hvørt summar er stór altjóða mentanarstevna í býnum.