Eurovision Song Contest 2014

Eurovision Song Contest 2014
#JoinUs
Dagar
Hálv-finala 1 dato 6 mai 2014 (2014-05-06)
Hálv-finala 2 dato 8. mai 2014
Finala dato 10 mai 2014 (2014-05-10)
Vertur
Konsertsalur B&W Hallerne, Keypmannahavn, Danmark
Vertur(ir)
Høvuðsstjóri Jon Ola Sand
Høvuðsframleiðari Pernille Gaardbo
Vertskringvarp DR
Byrjunarframførsla
Pausuframførsla
Luttakarar
Tal av tilmeldingum 37
Nýggj luttakaralond Ongin
Afturkomandi lond
Avboð lond
Atkvøður
Atkvøðu skipan Hvørt land gav 12, 10, 8–1 stig til teirra 10 best umtóktu sangir.
Vinnarasangur
Eurovision Song Contest
◄2013 2014 2015►
Eurovision 2014, fyrra hálvfinala
Vertirnir á Eurovison 2014 í Keypmannahavn.

Eurovision Song Contest 2014 var tann 59. árliga evropeiska sangkappingin, sum á enskum nevnist Eurovision Song Contest, í Føroyum eisini kent sum Melodi Grand Prix. Kappingin var hildin í Keypmannahavn, Danmark, eftir at Emmelie de Forest vann kappingina í 2013 við sanginum "Only Teardrops". Í 2014 var tað triðju ferð, at Danmark fyriskipaði kappingina, hinar báðar ferðirnar vóru í 1964 og 2001. Hálvfinalurnar vóru hildnar 6. og 8. mai, meðan sjálv finalan varð hildin hin 10. mai. Føroyingurin Per Zachariassen stóð við høvuðsábyrgdini fyri framleiðsluni av sjónvarpssendingini hjá Eurovision Song Contest 2014.[7]

37 lond luttóku, tað var tað lægsta tal av luttakaralondum síðan 2004. Pallurin, ið var bygdur at 120 terning-formaðum modulum við projektsjónsfoliu, var 35 metrar breiður og 20 metrar høgur við catwalks, ið strektu seg 16 metrar út í rúmið. Aftanfyri pallin stóð ein 100 metrar langur og 13 metrar høgur veggur av ljósi og LED. Pallgólvið hevði eina 13 x 13 metra interaktiva LED-flatu, ið allan vegin runt hevði eitt kar av 40m3 vatni.

Vertirnir vóru Lise Rønne, Pilou Asbæk og Nikolaj Koppel, og harvið var tað fyrstu ferð í søguni, at Eurovision hevði tríggir vertir, sum vóru tveir menn og ein kvinna. Vinnarin av kappingini gjørdist Eysturríki við 290 stigum, síðan komu Niðurlond við 238 stigum og Svøríki gjørdist nummar trý við 218 stigum.

  1. Bache, Mikkel (20 April 2014). "Mike Sheridan laver musik til Eurovision: Jeg tror, jeg har ramt den [Mike Sheridan make music to Eurovision: I think I've hit it]" (in Danish). DR. http://www.dr.dk/melodigrandprix/Nyheder/2014/04/17143831.htm. Heintað 5 May 2014. 
  2. 2.0 2.1 Leon, Jakov Isak (5 May 2014). "[Day 8 First Dress Rehearsal at the B&W Hallerne #JoinUs"]. European Broadcasting Union. http://www.eurovision.tv/page/news?id=live_day_8_at_the_bandw_hallerne_joinus. Heintað 5 May 2014. 
  3. Vincent, Peter (9 May 2014). "Jessica Mauboy performs at Eurovision Song Contest". The Sydney Morning Herald. http://www.smh.com.au/entertainment/music/jessica-mauboy-performs-at-eurovision-song-contest-20140509-zr78z.html. Heintað 9 May 2014. 
  4. Storvik-Green, Simon (7 February 2014). "Emmelie to sing #JoinUs song with finalists". European Broadcasting Union. http://www.eurovision.tv/page/news?id=emmelie_to_sing_joinus_song_with_finalists. Heintað 7 February 2014. 
  5. Mulhall, Garrett (24 May 2014). "Watch The Missing Eurovision 2014 Final Interval Act Here". Eurovision Ireland. http://eurovisionireland.net/2014/05/24/watch-the-missing-eurovision-2014-final-interval-act-here/. Heintað 24 May 2014. 
  6. Leon, Jakov Isak (7 May 2014). "[LIVE One more Dress Rehearsal at the B&W Hallerne! #JoinUs!"]. European Broadcasting Union. http://www.eurovision.tv/page/news?id=live_day_10_at_the_bandw_hallerne_joinus. Heintað 7 May 2014. 
  7. Eurovision.tv, DR brings star producer home for Eurovision

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne