Eurovision Song Contest 2015 Building Bridges | ||||
---|---|---|---|---|
Dagar | ||||
Hálv-finala 1 dato | 19. mai 2015 | |||
Hálv-finala 2 dato | 21. mai 2015 | |||
Finala dato | 23. mai 2015 | |||
Vertur | ||||
Konsertsalur | Wiener Stadthalle, Wien, Eysturríki | |||
Vertur(ir) | ||||
Leikstjóri | Kathrin Zechner | |||
Høvuðsstjóri | Jon Ola Sand | |||
Høvuðsframleiðari | Edgar Böhm | |||
Vertskringvarp | Österreichischer Rundfunk (ORF) | |||
Luttakarar | ||||
Tal av tilmeldingum | 40 | |||
Nýggj luttakaralond | ![]() | |||
Afturkomandi lond | ||||
Avboð lond | ||||
Atkvøður | ||||
Atkvøðu skipan | Hvørt land/dómaranevnd letur 12, 10, 8–1 stig til teirra topp 10 sangir. | |||
Eurovision Song Contest | ||||
|
Eurovision Song Contest 2015 er tann 60. árliga evropeiska sangkappingin, sum á enskum nevnist Eurovision Song Contest, í Føroyum eisini kent sum Melodi Grand Prix. Kappingin verður hildin í Wien í Eysturríki, eftir at Conchita Wurst vann 2014 kappingina við sanginum "Rise Like a Phoenix". Hetta er aðru ferð kappingin verður hildin í Eysturríki. Fyrri ferð varð hon hildin í 1967, tá eisini í Wien.
Kappingin verður hildin í tveimur hálvfinalum tann 19. mai 2015 og 21. mai 2015, og einari finalu tann 23. mai 2015. Vertir kappingarinnar verða Mirjam Weichselbraun, Alice Tumler and Arabella Kiesbauer, ímeðan fyrrverandi vinnarin Conchita Wurst verður vertur í "grøna rúminum".
Eftirsum at kappingin hátíðarheldur 60 ára føðingardag,boðaði EBU frá tann 10. februar 2015 at avgjørt hevði verið at bjóða Avstralia við sum gestaluttakara. Avstralia eigur størsta fjepparaskara av Eurovision uttanfyri Evropa.