Evra

Eurozone 2023
Fimm- til fimmhundraðevruseðlar.
Evru- og sentsmyntir.

Gjaldoyrað evra ella euro (symbol ella EUR) er seinnu árini innført í nógvum av ES-limalondunum. Danmark er ikki við í gjaldoyrasamstarvinum, men danska krónan er kortini sterkt tengd at evruni - kursurin liggur altíð og ridlar um 7,45 DKK fyri eina EUR.

Í løtuni eru 20 lond við í evruøkinum (Euro Area ella Eurozone).[1] Afturat teimum nýta fimm lond evruna sambært formligum avtalum, teirra millum San Marino, Monako og Vatikanið umframt oyggjalondini Saint-Pierre og Miquelon og Mayotte, seks lond nýta evruna uttan formligar avtalur, teirra millum Montenegro, Andorra, Kosovo og fleiri oyggjalond, afturat teimum eru minst ellivu gjaldoyru knýtt at evruni.

  1. Estonia adopts the euro, independent.co.uk, 1. januar 2011

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne