| |||
Tjóðarslagorð: Desire the right | |||
Tjóðsangur: God Save the Queen | |||
![]() | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Stanley | ||
Drotning | Elisabeth II | ||
Guvernørur | Colin Roberts | ||
Fullveldi | Onki1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
12,173 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
2 955 0.25/km² | ||
Gjaldoyra | Falklands-Pfund (FKP) | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .fk | ||
Telefonkota | +500
| ||
1Undir Stóra Bretlandi síðan 1982 |
Falklandsoyggjar (enskt: Falkland Islands; spanskt: Islas Malvinas) er ein oyggjabólkur sum hoyrir undir bretsku trúnuna. Falklandsbúgvar hava nakað av heimastýri og egnu stýrisskipan. Oyggjabólkurin er nakað umstríddur. Argentinar kanna sær økið og nevna oyggjarnar har Islas Malvinas. Oyggjarnar vóru fýrst spanskar og siðan argentinskar frá 1767 til 1833, tá ið bretar tóku tær og góvu teimum navnið Falklandsoyggjar. Síðan tá hava Bretland og Argentina trætst um, hvør eigur oyggjarnar. Í 1982 hertók Argentina oyggjarnar, men nakrar vikur seinni róku bretar teir aftur. Ósemjan er harðnað, síðani bretska stjórnin loyvdi oljuleiting við oyggjarnar fyri nøkrum árum síðani. Størsti býurin og høvuðsstaður er Stanley. Argentinar vilja tingast um sjálvstýri fyri Falklandsoyggjar, meðan bretar tilskila sær yvirvaldsrættin har.
Millum 3000 og 4000 fólk búgva í Falklandsoyggjunum. Harafturat eru umleið 1000 bretskir hermenn har. Fjarstøðan til Bretlands er 14.000 kilometrar (10 ferðir teinin millum Vágar og København). Flogtúrurin tekur 15 tímar, sambandið loftvegis er nakrar fáar ferðir um vikuna og skipasambandið fáar ferðir um mánaðin. Oyggjarnar eru 12.000 km2, ið er 8 ferðir størri enn Føroyar til ummáls.