Geoffrey Hughes

Geoffrey Hughes (2. februar 194427. juli 2012) var ein bretskur sjónleikari. Árini frá 1990 til 1995 hevði hann leiklutin sum tann dovni og forherðaði Onslow í sjónvarpsrøðini "Fínt Skal Tað Vera", og føroyingar komu at kenna Onslow væl, tí sendirøðin hevur verið nógv at sæð í føroyskum sjónvarpi. Hughes vaks upp í Liverpool, men búði seinastu tíðina av lívi sínum á Isle of Wight. Sjónleikarin Hughes, sum føroyingar kenna best sum Onslow í "Fínt Skal Tað Vera", doyði fríggjakvøldið 27. juli 2012. Geoffrey Hughes var 68 ára gamal og doyði av krabbameini í prostata. Hann hevur í longri tíð stríðst ímóti sjúkuni, sum nú fekk takið á honum. Hann hevur seinastu trý árini fingið viðgerð fyri krabbamein í Portsmouth, men hann gjørdist ongantíð frískur.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne