George Walker Bush (føddur í New Haven, Connecticut í USA 6. juli 1946) var 43. forseti í Sambandríki Amerika. Hann umboðar republikanararnar. Bush bleiv forseti í 2001, eftir at hava vunnið á Al Gore, forsetavalevninum hjá demokratunum, í tí sonevnda javnasta valinum í amerikanskari søgu. Bush bleiv afturvaldur í 2004, eftir at hava vunnið á John Kerry hjá demokratunum, hesa ferð so dyggiliga. Bush var forseti í USA til 2009, tá Barack Obama kom til valdið.
Áðrenn Bush gjørdist forseti var hann guvernørur í Texas. Hann er sonur ein annan fyrrverandi forseta, George H. W. Bush, sum sat í Hvítu Húsunum frá 1989 til 1993. George W. Bush er annar amerikanski forseti, sum er sonur ein annan forseta.