Giro d'Italia

Giro d'Italia
Giro d'Italia 2018
Kunning um kappingina
Dato Mai–juni
Øki Italia og onnur evropeisk lond
Disiplin Vegsúkklukapping
Kapping UCI World Tour
Slag Grand Tour
Fyriskipari RCS Sport
Kappingarstjóri Mauro Vegni
Søgan
Fyrsta kapping 1909 (1909)
Útgávur 99 (pr. 2016)
Fyrsti vinnarin  Luigi Ganna (ITA)
Flestir sigrar
5 sigrar
Seinasti  Chris Froome (GBR)

Giro d'Italia (á føroyskum Kring Italia) er ein av teimum trimum stóru teinasúkklukappingunum og verður hildin hvørt ár í mai/juni og varir í 3 vikur. Kappingin fer fram í Italia, men partar av kappigini kunnu eisini fara fram í onkrum ørðum landi í Evropa, t.d. byrjaði Giro d'Italia í Niðurlondum í 2016 og í Danmark í 2014.

Giro d'Italia varð fyrstu ferð hildið í 1909, har ið tilsamans 8 teinar á 2448 km vóru súkklaðir. Kappingin er saman við Tour de France og Vuelta a España ein av teimum trimum klassisku teinakappingunum, har Tour de France tó er tann mest týðandi.

Har tann fremsti súkklarin í Tour de France er kendur fyri at súkkla í gulari troyggju, so súkklar fremsti súkklarin í Giro d´Italia í ljósareyðari troyggju, á italskum nevnd Maglia rosa. Tann fremsti fjallasúkklarin súkklar í grønari troyggju (Maglia Verde), meðan súkklarin við flestum stigum koyrir í lilla (Maglia ciclimano). Í 2007 varð tann hvíta ungdómstroyggjan innførd aftur, eftir at hon hevði verið burturi í nøkur ár, hon nevnist Maglia Bianca.

Tríggir súkklarar hava vunnið kappingina fimm ferðir: Alfredo Binda, Fausto Coppi og Eddy Merckx. Italiumaðurin Felice Gimondi hevur staðið á sigurspallinum níggju ferðir, har hann tríggjar ferðir hevur vunnið, tvær ferðir á øðrum plássi og fýra ferðir á triðjaplássi.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne