Jesus (griksk úttala av navninum Joshua, sum merkir "Harrin er Frelsarin") Kristus (upprunaliga grikskt orð, sum týðir "tann salvaði", so sum tað hebráiska Messias) var sambært tí kristnu læruni sonur Guds og sum doyði fyri syndir menniskjanna. Kristindómurin er heimsins størsti átrúnaður og er trúgvin á Jesus Krist sum harra og frelsara menniskjanna. Navnið kristindómur kemur eisini av orðinum "Kristus". Vit lesa um Jesus í evangeliunum í Nýggja Testamenti. Evangeliini eru fýra í tali. Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes hava skrivað hvørt sítt. Teir kendu Jesus, sum var jødi, føddur í Betlehem í Júdea. Viðhaldsfólk Jesu trúðu, at hann var sonur Guds. Tá ið Jesus var um 30 ára gamalur, gekk hann um í Ísrael og boðaði nýggjan boðskap. Hann greiddi frá hugsanum sínum í søgum (líknilsum). Evangeliini siga frá undurverkum hansara, sjúk grøddi hann og vakti upp deyð.
Summi óttaðust, at Jesus fór at eggja til uppreistur móti rómverjum, ið ráddu Palestina. Jesus varð handtikin, avhoyrdur og dømdur til deyða. Hann sýndi seg fyri næstu viðhaldsfólkunum, eftir at hann var deyður. Teir trúðu til fulnar, at Gud hevði reist hann upp frá deyðum. Kristna kirkjan er grundað á hesa trúgv. Boðskapurin um Jesus varð skjótt borin um alt Rómverjaríki.
Kristus er eitt grikskt orð. Tað merkir kongur. Fólk, ið trúgva á Jesus Kristus, verða rópt kristin. Ta kristnu trúnna nevna vit kristindóm. Á arábiskum máli eitur Jesus Isa, og muslimarnir rokna hann sum profet.