Jim Brickman (føddur 1961) er ein amerikanskur sangskrivari og klaverspælari. Hann er kendur fyri síni klaverløg, og hevur arbeitt saman við artistum sum til dømis Michael W. Smith, Martina McBride, Donny Osmond, Mark Schultz, Olivia Newton-John og Lady Antebellum. Í 2003 varð hann Grammy tilnevndur til "Songwriter of the Year" og av Canadian Country Music Award tilnevndur til "Best Vocal/ Instrumental Collaboration". Afturat hesum bleiv hann tilnevndur til eina Dove Award sum varð kunngjørd av Gospel Music Association.
Síðan 1997 hevur hann verið vertur í egnari útvarpssending, Your Weekend with Jim Brickman, sum verður send í amerikanskum útvarpi. Brickman hevur eisini givið út tríggjar PBS, og er vertur á einum ferðaskipi fyri fjepparar. Afturat hesum hevur hann stovnað Brickhouse Direct - ein fyrtøka sum ráðgevur strategiska sølu og e-handil fyri kundar í ymsum starvsgreinum.