| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: "As-salam al-malaki al-urdoni" | |||
Alment mál | Arabiskt | ||
Høvuðsstaður | Amman | ||
Kongur | Abdullah II | ||
Forsætisráðharri | Bisher Khasawneh | ||
Fullveldi | 25. mai 1946 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
89.342 km² 0.6 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2015 - tættleiki |
9.531.712 114/km² | ||
Gjaldoyra | Dinar (JOD) | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .jo | ||
Telefonkota | +962
| ||
Jordan (arabiskt الأردن al-ʾUrdunn), alment Hashemitiska Kongsríkið Jordan er eitt kongsríki í Miðeystri ið hevur mark til Sýria, Irak, Saudiarábia, Ísrael og Vestara Áarbakka. Eldri heiti fyri hetta økið er Trans-Jordania. Í eldri døgum (m.a. av summum krossfarum), vóru heitini Cis-Jordania (heiman Jordaná) og Trans-Jordania (handan Jordaná) nýtt um núverandi Ísrael/Palestina og Jordan. Málið er arábiskt, og tað búgva uml. seks mió í landinum. Meginparturin av Jordan er oyðimørk.