| |||
Tjóðarslagorð: ![]() | |||
Tjóðsangur: "Nokor Reach" | |||
![]() | |||
Alment mál | Khmerskt | ||
Høvuðsstaður | Phnom Penh | ||
Kongur | Norodom Sihamoni | ||
Forsætisráðharri | Hun Manet | ||
Fullveldi | 9. november 1953 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
181,035 km² 2.5 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
15,205,539 81.8/km² | ||
Gjaldoyra | Riel (KHR) | ||
Tíðarøki | UTC +7 | ||
Økisnavn á alnetinum | .kh | ||
Telefonkota | +855
| ||
Kongsríki Kambodja (khmerskt ព្រះរាជាណាចក្រកម្ពុជា) er eitt land í Landsynningsásia. Kambodja var franskt hjáveldi fram til 1953, tá ið tað gjørdist sjálvstøðugt. Frá 1975 til 1979 beindu Pol Pot og Reyðu Khmerarnir fyri umleið 2 milliónum av sínum egna fólki, umleið fjórðinginum av fólkinum. Pol Pot megnaði hesi ár at drepa øll tey, sum høvdu útbúgvingar og vóru væl fyri í samfelagnum. Eisini tey, ið vóru kristin, buddistar ella dýrkaðu aðrar gudar, vórðu myrd. Pol Pot hevði sum mál at venda aftur til ár 0 og so byggja landið upp av nýggjum. Vietnamesar róku Reyðu Khmerarnar frá í 1979. Landið fekk kongsdømi og fólkaræði í 1993. Fólkið merkir framvegis sviðan av ræðuleikunum frá Pol Pot tíðini. Mestsum øll sum livdu tá, mistu fleiri familjulimir og landið var í skeljasori eftir kríggið.
Í Kambodja búgva nú umleið 15 milliónir, harav umleið 96 % eru buddistar, 2 % muslimar og 1 % kristin. Kambodja er millum fátækastu lond í heiminum. Korruptión er ein stórur trupulleiki í landinum. Serliga tey veiku og fátæku líða undir hesum. Stórur tørvur er á útbúgving og heilsuhjálp. Uml. 23 % av fólkinum eru analfabetar. Nógvar familjur hava tað trupult vegna alkoholismu og harðskap. Hetta gongur serliga hart út yvir kvinnurnar og børnini.