| |||
Tjóðarslagorð: - | |||
Tjóðsangur: Kyrgyz Respublikasynyn Mamlekettik Gimni | |||
![]() | |||
Alment mál | Kirgisikst og russiskt | ||
Høvuðsstaður | Bisjkek | ||
Forseti | Sadyr Japarov (Садыр Жапаров) | ||
Forsætisráðharri | Akylbek Japarov (Акылбек Жапаров) | ||
Fullveldi | 25. desember 1991 (frá Sovjetsamveldinum) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
199,951 km² 3,6 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2021 - tættleiki |
6,636,803 33/km² | ||
Gjaldoyra | Kirgisiskur som (KGS) | ||
Tíðarøki | UTC +5 til +6 | ||
Økisnavn á alnetinum | .kg | ||
Telefonkota | +996
| ||
Kirgisia[1][2] ella Kirgisistan[3] (kirgisikst: Кыргызстан) er eitt land í Asia. Landið hevur umleið 5 776 500 íbúgvar (2014). Bisjkek er bæði høvuðsstaður og størsti býur í Kirgisia. Kirgisia var fyrr ein partur av Sovjetsamveldinum, men gjørdist sjálvstøðug tjóð 25. desember 1991. Nú á døgum er Kirgisia eitt litið, ókent land. Har búgva umleið 5,7 milliónir fólk, og landið er 4,5 ferðir so stórt sum Danmark, ið hevur á leið sama íbúgvatal.
Meira enn helvtin av Kirgisia er 2.500 m oman sjóvar, og tí verður landið stundum eisini kallað "miðasiatiska Sveis". Snjótaktu Tien Shan-fjøllini mynda landslagið; men djúpu áardalarnir eru fruktagóðir og grønir. Flestu fólk eru bøndur. Húsdýrahald er meginvinna í landbúnaðinum, tí har er so lítið dyrkilendi.