Kommunisma

Kommunisma (eisini nevnd samognarstevna) er ein er politisk hugsjón, ið byggir á hugsjónina um, at ognarrætturin yvir framleiðslutólunum og vinningi skal vera á almennum hondum, og at privati ognarrætturin skal vera forboðin.

Orðið "kommunisma" hevur sín uppruna í bókini Projet de communauté philosophe eftir franska heimsspekingin Victor d'Hupay frá 1777. Heiti kemur av franska orðinum commune, ið merkir kommuna.

Kendasta nútímans útleggingin av politisku hugsjónini hevur sín uppruna í smáritinum Manifest der Kommunistischen Partei (kommunistiska stevnuskráin), eftir týsku heimsspekingunum Karl Marx og Friedrich Engels frá 1848. Hugsjónin hjá Karl Marx kallast marxisma ella klassisk kommunisma.

Flestu útleggingarnar av kommunistisku samfelagshugsjónini skoða semfelagið sum eitt stríð millum tvær høvuðsstættir: borgarastættin (bourgeoisie), og verkamannastættin (proletariati). Borgarastættin eigur vinnutólini og rávørurnar, og ræður sostætt yvir kapitalinum í samfelagnum. Við hesum kapitali kann borgarastættin keypa arbeiðsmegi frá verkamannastættini, ið virðisøkir rávøruna, sum síðani kann seljast víðari við vinningi. Klassiska kommunisman heldur uppá, at hendan virðisøking (vinningurin) ikki kemur verkamannastættini til góðar, eftirsum hon einans móttekur eina fasta samsýning (løn) fyri arbeiði sítt. Kommunistiska loysnin uppá trupulleikan er, at felagsskapurin skal ognartaka vinnutólini, soleiðis at allir landsins borgarar kunnu fáa lut í virðisøkingini. Fyri at røkka hesum máli er neyðugt at avtaka privata ognarrættin, og at stovna ein sterkan felagsskap, ið gjøgnum sín fullkomna ognarrætt tryggjar javnrætt í samfelagnum.

Aðrar stættir innan klassisku kommunismuna er smáborgarastættin (petite bourgeoisie), ið eigur vinnutól, men ikki keypur arbeiðsmegi frá verkamannastættini, og fátækrafólkið (lumpenproletariat).


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne