Laksur (latínsnkt Salmo: laksaættin) er smidligur fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum, eina lítla fitifjøður aftarlaga móti klingruni og eina gotfjøður, har aftari endi er umleið undir fitifjøðurini. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er bein. Siljafiskar fáa stóran krók á undirkjaftin í gýtingartíðini um heystið. Kjaftbeinini røkka umleið inn undir aftaru rond á eygunum. Laksur kann verða mistikin fyri sjósíl. Laksur hevur úr 10 upp í 13, vanliga 11, roðslur frá fitifjøðurini til strikuna. Á fremsta táknaboga, inni í boganum, eru táknatindarnir allir rættiligir tindar. Laksur er svartbláur um bakið, silvurskínandi um síðurnar, og undir búkinum er hann hvítligur, rómalittur. Ójavnir, svartir blettir eru um síðurnar, á kápuni og kjálkunum. Í gýtingartíðini um heystið skiftir laksur lit og verður brúnligur við blettum. Fiskurin í laksi er ljósareyður. Umframt at vera í áum og vøtnum er laksur eisini í sjónum, úr vatnskorpuni og niður á kanska 140 m., og helst eisini djúpari. Tað er óvist, um laksur fyrr í tíðini hevur verið í føroyskum áum, men laksurin nú í tíðini er innfluttur úr útlondum og settur út í ávísar áir her. Hann verður upp í 150 cm langur.
Hann er fram við landi og á víðum havi, frá Norðurportugal til Hvítahavið. Í Eystarasalti, við Bretsku Oyggjarnar, undir Føroyum, Íslandi, við Jan Mayen og í Grønlandi. Hann er frá Nýfundlandi og Labrador í Kanada til Connecticut í Nýonglandi. Eisini í áum og vøtnum í hesum somu londum.
Tað eru fleiri ymisk sløg til av laksi, summi sløg ferðast langa leið, meðan onnur sløg liva alt lívið í feskum vatni. Laksur verður føddur í feskum vatni og tey sløgini sum ferðast langt svimur síðan út til opið hav og so venda teir aftur til fekst vatn, tá ið teir skulu gýta. Tað sigst, og kanningar hava eisini víst at tað er so, at laksurin vendir aftur til júst sama stað, har ið hann varð føddur, fyri at gýta.
Nógva staðni í heiminum verður laksur aldur í stórum aliringum, smoltið verður fyrst framleitt í feskum vatni, og síðan verður fiskurin settur út í aliringar, tá hann er klárur til tað, har verður hann fóðraður og at enda tikin og slaktaður, hagreiddur og síðan seldur og ofta útfluttur. Í Føroyum hevur tað verið vanligt at ala laks síðan 1970-árini og henda vinnan hevur ment seg nógv síðan tá og er nú ein av høvuðsvinnunum í landinum.