Laos

ສາທາລະນະລັດ ປະຊາທິປະໄຕ ປະຊາຊົນລາວ
Sathalanalat Paxathipatai Paxaxôn Lao
Flagg Laos
(Flagg Laos)
Skjaldarmerki Laos
(Skjaldarmerki Laos)
Tjóðarslagorð: Santiphap, Ekalat, Paxathipatai, Ekaphap, Vatthanathavon
Tjóðsangur: Pheng Xat Lao
Alment mál Laoskt
Høvuðsstaður Vientiane
Forseti Thongloun Sisoulith
Forsætisráðharri Sonexay Siphandone
Fullveldi 22. oktober 1953 (frá Frakland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
236.800 km²
2 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2022
 - tættleiki
 
7.749.595
26.7/km²
Gjaldoyra Kip (LAK)
Tíðarøki UTC +7
Økisnavn á alnetinum .la
Telefonkota +856

Laos er eitt lýðveldi í Asia. Høvuðsstaður er Vientiane. Laos er kommunistiskt ríki og er av fátækastu og avbyrgdastu londum í heiminum. Tríggir fjórðingar av fólkinum eru bøndur, og flestu teirra dyrka ikki meira enn til dagligt breyð. Í Mekongdali er fruktagott, men hálendið er berligt og ónýtiligt sum landbúnaðarjørð. Men nógv gull og onnur steinsløg eru í Laos; eisini er nógvur skógur, og kaffi verður dyrkað. Hmongfólkið og onnur fólkasløg hava í øldir livað fyri seg sjálvi í fjarskotna hálendinum í Laos. Tey dyrka mais og rís til matna og dreymsóljuna, sum tey selja. Men drúgvu kríggini á hesum leiðum tóku lutvíst grundarlagið undan hesum gamla lívshátti, og mong hmongfólk eru rýmd av landinum. Stórsligna Vinabrúgvin um Mekongá, stutt frá høvuðsstaðnum Vientiane, varð latin upp í 1994. Í 2007 læt Onnur Vinabrúgvin upp. Laos er avbyrgt frá havinum – hevur onga strond. Brúgvarnar eru einasta beinleiðis samband við Tailand og havnabýirnar har.

Lao Airlines er almenna flogfelagið í Laos. Tað var stovnað í 1976 og eigur 14 flogfør. Felagið flýgur innanríkisrutur og altjóða rutur til Kina, Kambodja, Tailands, Vietnam og Singapor.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne