| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Koullouna Lilouataan Lil Oula Lil Alam | |||
![]() | |||
Alment mál | Arábiskt | ||
Høvuðsstaður | Beirut | ||
Forseti | |||
Forsætisráðharri | |||
Fullveldi | 22. november 1943 (frá Fraklandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
10.452 km² 1.8 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2022 - tættleiki |
5.296.814 560/km² | ||
Gjaldoyra | LBP | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .lb | ||
Telefonkota | +961
| ||
Libanon (arábiskt: لُبْنَان Lubnān), alment: Republikkin Libanon (arábiskt: اَلْجُمْهُورِيَّة اَللُّبْنَانِيَّة al-Jumhūrīyah al-Lubnānīyah; franskt: République libanaise), er eitt Vesturasiatiskt land í Miðeystri ið hevur mark til Sýria, Ísrael, og Miðalhavið. Meginparturin av fólkinum eru arábar, ið hoyra til mangar ymiskar trúarbólkar. Libanon var einaferð mentanar-, fíggjar- og handilsmiðdepilin í Miðeystri. Ósemja ímillum muslimskar og kristnar bólkar elvdi til blóðugt borgarakríggj. Stríðið, ið byrjaði í 1975, legði næstan alt landið í oyði. Friðaravtala varð fingin í lag í 1989, og síðan er vorðið friðarligari í landinum.
Setristræið er tjóðarmerki Libanons og stendur í libanska flagginum. Træið er umrøtt fleiri ferðir í Bíbliuni, og á teimum døgum vóru stórir setrisskógir í líðunum í Libanon. Men nú eru teir næstan høgdir niður; bara nakrar fáar friðaðar lundir eru eftir. Nøkur trø har eru eldri enn 1.500 ár.
Tjóðarrætturin í Libanon er kibbe, gjørdur av lambskjøti, knústari hveiti og leyki, ið verða sligin upp sum knetti og steikt í ovni ella kókað í olju. Søtur bakstur, sum bollar fyltir við nøtum og dadlum og roðaðir í hunangi, er eisini væl dámdur matur.