Mississippi

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Jackson
Størsti býur: Jackson
Innlimað: 10. desember 1817
Guvernørur: Tate Reeves (R)
Vídd: 125,443 km²
Íbúgvar (2014): 2,994,079
fyri km²: 24,5/km²
Tíðarzona: UTC -6/-5
Heimasíða: www.mississippi.gov

Staturin Mississippi (enskt: State of Mississippi) er stakríki í Sameindu Statunum við umleið 3 mió. íbúgvum. Jackson er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í norðri hevur Mississippi mark við Tennessee, í eystri við Alabama, í suðri og vestri við Louisiana, og í vestri við Arkansas. Í suðri liggur Meksikoflógva. Í 1790 bleiv Mississippi stakríki í USA. Eyknevni er Magnoliastaturin (enskt: The Magnolia State). Magnolia er eitt slag av kjarri.

Framvegis er Mississippi strálbygt í stórum økjum. Íbúgvatættleikin er 24,5 persónar fyri ferkilometurin (fólkatættleikin í Føroyum er í miðal um leið 35,5 fólk fyri hvønn km2). Jackson er størsti býur í Mississippi, og fyrisitingarligur høvuðsstaður fyri lutstatin. Har búgva fleiri enn 172,000 túsund fólk. Johnny Cash-sangurin “Jackson” snýr seg um henda býin. Gulfport er næststørsti býur. Hann er týdningarmikil havnabýur við uml. 70,000 fólkum.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne