Nebraska

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Lincoln
Størsti býur: Omaha
Innlimað: 1. august 1876
Guvernørur: Dave Heineman (R)
Vídd: 200,520 km²
Íbúgvar (2013): 1,868,516
fyri km²: 9.25/km²
Tíðarzona: UTC -7, -6 og -5
Heimasíða: www.nebraska.gov

Nebraska (enskt: State of Nebraska) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 1,82 mió. íbúgvum í 2014. Høvuðsstaðurin kallast Lincoln og størsti býurin er Omaha. Orðið Nebraska kemur úr Chiwere og merkir vatnrættur. Í norðri hevur Nebraska mark við South Dakota, í eystri við Iowa og Missouri, í suðri við Kansas og Colorado, og í vestri við Wyoming. Í 1867 bleiv Nebraska stakríki í USA. Eyknevni er Cornhusker State. Dave Heineman (f. 12. mai 1948 í Nebraska) er republikanari og varð valdur til guvernør í stakríkinum í 2005.

Inni í statinum býr lítið fólk. Tað turra landslagið hóskar best til neytahald. Hvør garðurin er ofta nógvar km² stórur, so tað er langt til næsta granna. Av tí sama er fólkið avbyrgt og brúkar ofta sendara at fáa samband við umheimin. Bøndurnir koyra ofta á motorsúkklu, ella teir sita á hestbaki, tá ið teir reka.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne