| |||
Tjóðarslagorð: Faith, Unity, Discipline (enskt) ایمان، اتحاد، نظم (urdu) | |||
Tjóðsangur: National Anthem (enskt) قومی ترانہ (urdu) | |||
![]() | |||
Alment mál | Enskt og Urdu | ||
Høvuðsstaður | Islamabad | ||
Forseti | Arif Alvi | ||
Forsætisráðharri | Anwar ul Haq Kakar | ||
Fullveldi | 14. august 1947 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
796,095 km² 3.1 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2014 - tættleiki |
196,174,380 226.6/km² | ||
Gjaldoyra | Pakistanskur rupi (PKR) | ||
Tíðarøki | UTC +5 | ||
Økisnavn á alnetinum | .pk | ||
Telefonkota | +92
| ||
Tað Islamska Tjóðveldið Pakistan (enskt Islamic Republic of Pakistan, urdu اسلامی جمہوریۂ پاكستان ) varð sett á stovn í 1947 at hýsa muslimunum í India. Landið var í tveimum - Eysturpakistan og Vesturpakistan, men í 1971 tók Eysturpakistan loysing og nevndi seg Bangladesj. Vesturpakistan nevndi seg Pakistan. Pakistan hevur í 2014 umleið 200 milliónir íbúgvar [1]. Pakistan hevur mark við India, Iran, Afganistan, Kina og hevur tann fyrimun at hava atgongd til heimshøvini um Flógvan. Pakistan hevur tí avgerandi geopolitiskt strategiska støðu í mun til økið annars. Tað pakistanska samfelagið er bæði óstøðugt og spjatt, og er higartil tað einasta muslimska kjarnorkuveldið [2]. Høvuðsstaðurin í Pakistan eitur Islamabad; hann stendur í fjøllunum tætt við Rawalpindi. Høvuðsstaðurin er nýggjur býur; farið varð at byggja hann í 1961. Navnið Islamabad merkir "staður Islams". Býurin er bygdur eftir býarætlan, og har eru mong opin torg og breiðir vegir. Størsti og týdningarmesti býurin er havnabýurin Karachi; í sjálvum býnum búgva umleið 12 milliónir íbúgvar, meðan tað í Karachi og økinum rundanum búgva 23,5 mió. fólk.
Alt síðan Pakistan gjørdist frælst ríki, hevur marknastríð verið ímillum pakistanar og indar um muslimska landslutin Kashmir, ið hoyrir til India, men sum Pakistan sigur seg eiga. Tá ið India varð býtt sundur í 1947, kom landsluturin, har flestu fólk eru muslimar, undir India, har mesta fólkið er hinduar, ístaðin fyri islamska tjóðveldið Pakistan, har tey flestu eru muslimar. Kríggj brast á, og landsluturin varð býttur ímillum tey bæði londini í 1949. Bæði Pakistan og India krevja enn hetta økið [3].
Pakistan hevur verið herjað av nógvum yvirgangsálopum. 92 prosent av øllum yvirgangsatsóknum har fólk doyggja henda í tíggju londum. Tveir triðingar av offrunum fyri yvirgang búgva í Pakistan, Irak ella Afganistan. Hetta vísa yvirlit sum byggja á upplýsningar frá millum annað uttanríkisráðnum hjá USA og hagstalsgrunninum Global Terrorism Database (GTD) í 2012 [4]. Hagtølini vísa at 55 prosent av atsóknunum, 62 prosent av teimum dripnu og 65 prosent av teimum løstaðu eru úr Pakistan, Irak ella Afganistan.