Palestina (hebráiskt: ארץ־ישראל, arábiskt: فلسطين) er sunnasti parturin av Sýria. Rómverjar róptu landið Palestina. Palestina er gr. snið av hebr. Peleschet, "Filistaralandið".
Ígjøgnum søguna hevur Palestina havt ein sentralan geostrategiskan týdning, tí økið bindur saman afrikanska, asiatiska og evropeiska kontinentið. Umframt hetta hevur økið havt ein átrúnaðarligan og mentanarligan týdning fyri bæði islam, kristindómin og jødadómin [1]. Av hesum orsøkum hevur økið verið ein vígvøllur við alskyns kríggjum og innrásum ígjøgnum øldirnar og hevur støðugt skift hendur ímillum jødar, persar, grikkar og rómverjar.
Hundrað lond hava viðurkent palestinsku økini sum sjálvstøðugt ríki (í 2011) [2].