Paris-Nice

Paris-Nice
Paris-Nice 2017
Kunning um kappingina
Dato Mars
Øki Frakland
Kelinavn(nøvn) La course au soleil (Franskt)
The Race to the Sun (Enskt)
Disiplin Vegsúkklukapping
Slag Teinakapping
Fyriskipari Amaury Sport Organisation
Kappingarstjóri Christian Prudhomme
Søgan
Fyrsta kapping 1933 (1933)
Útgávur 74 (pr. 2016)
Fyrsti vinnarin  Alphonse Schepers (BEL)
Flestir sigrar  Sean Kelly (IRL) (7 ferðir)
Seinasti  Geraint Thomas (GBR)

Paris-Nice er ein professionell teinasúkklukapping, ið hvørt ár verður fyriskipað í mars-mánað í Fraklandi. Fyrsta kappingin var í 1933 og kappast verður í átta dagar. Vanliga byrjar kappingin í Paris og endar antin í Nice ella á Col d'Èze omanfyri býin. Súkklukappingin verður eisini nevnd Kappingin til sólina, av tí at tað ofta er vetrarveður, tá ið byrjað verður í franska høvuðsstaðnum í fyrra helmingi av marts, og endar longri suðuri, har tað er heitari, í vársólini á Côte d’Azur.[1]

  1. Woodpower, Zeb. "Preview". Immediate Media Company. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 8 December 2015. https://web.archive.org/web/20151208080827/http://www.cyclingnews.com/races/paris-nice/preview/. Heintað 3 December 2015. 

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne