Paul McCartney

Paul McCartney í Prag í 2004.

Paul McCartney (føddur 18. juni 1942 í Liverpool) er ein av heimsins kendastu sangskrivarum. Hann byrjaði yrkisleið sína í The Beatles saman við John Lennon, George Harrison og Ringo Starr. Saman skrivaðu Lennon og McCartney teir flestu sangirnar hjá The Beatles.

The Beatles vóru virknir millum 1962 og 1970. Í 1970'unum fekk Paul McCartney sær ein nýggjan bólk, so hann aftur fekk spælt konsertir. Bólkurin nevndist Wings. Einastu tónleikararnir, sum eru við á øllum plátunum hjá Wings, eru, umframt Paul McCartney, kona hansara Linda McCartney og gittarleikarin Denny Lane, sum eitt skifti hevði spælt í enska tónleikabólkinum The Moody Blues. Bólkurin Wings varð upploystur um ársskiftið 1980-1981, og síðani tá hevur Paul McCartney virkað sum solistur.

Sambært metbókini hjá Guinness er Paul McCartney ríkasti tónleikari í heiminum.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne