Perfume

Uppruni: Japan Hiroshima, Japan
Tónleika grein: Elektropop
Spælt síðani: 2001
Plátufelag: Universal Music Group
Almenn Heimasíða: Perfume-global
Perfume 2009

Perfume (japanskt: パフューム, Pafyūmu) er ein elektropopp-gentubólkur úr Hiroshima, Japan. Limirnir eru Ayano Ōmoto, Yuka Kashino og Ayaka Nishiwaki. Bólkurin kom á pallin í 2001. Í 2005 fekk bólkurin sáttmála við eitt stórt plátufelag, Tokuma Japan Communications. Fram til juni 2009 hevur bólkurin útgivið níggju stakfløgur, sum allar eru væl móttiknar. Fyrst í 2012 fekk bólkurin eitt nýtt samstarv við Universal.

Yasutaka Nakata hevur verið framleiðari hjá Perfume síðani 2003. Hann hevur eisini stovnað bólkin Capsule og stovnað plátufelagið Contemode. Upprunaliga post-shibuya-kei-ljóðið hjá Perfume broyttist til elektro og teknopopp, tá bólkurin kom í samstarv við stóra plátufelagið.

Fyrrverandi gittaristurin í Megadeth, Marty Friedman, segði: "Bólkurin hevur havt ta størstu ávirkanina á japanska tónleikaídnaðin í 2008". Oftani verður Perfume samanborið við Yellow Magic Orchestra og Aira Mitsuki.


From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne