Ronald Reagan | |
---|---|
![]() | |
Føddur | 6. februar 1911 ![]() |
Deyður | 5. juni 2004 ![]() |
Trúgv | Protestantisma |
Yrki | Sjónleikari |
Flokkur | Republikanski Flokkurin |
Álitisstørv | |
1981-1989 | Forseti í USA |
1967-1975 | Guvernørur í Kalifornia |
Ronald Wilson Reagan (f. 6. februar 1911 í Illinois, d. 5. juni 2004 í Kalifornia) var 40. forseti í Sambandsríki Amerika. Hann var republikanari, fyrrverandi guvernørur í Kalifornia, fyrrverandi sjónleikari, jounalistur innan fyri ítrótt, og forseti í USA í tveimun valskeiðum (1981-1989). Gamli filmsleikarin, gjørdist amerikanskur forseti 4. november 1980. Í stjórnarárum hansara var búskapurin fyri skrædli. Reagan lækkaði skattin til tess at fáa búskaparvøksur, men skattalækkingin hevði við sær, at vælferðarjáttanin minkaði stórliga. Mong fólk gjørdust illa fyri, men búskapurin blómaði.
Hann helt fram við búskaparstevnu síni, tá ið hann var afturvaldur 6. nov. í 1984, men játtaði ógvuliga nógvan pening til vápn og ovurdýrar vápnaverkætlanir. Hetta elvdi til hall á fíggjarlógini, til at Amerika gjørdist skuldarbundin tjóð og til skrædl á virðisbrævamarknaðinum í 1987. Funnist varð eisini harðliga at Reagan hetta árið, tá ið tað spurdist, at embætismenn hansara høvdu selt Iran vápn fyri gíðslar og laið contrasdeildunum, ið bardust ímóti vinstrastjórnini í Nikaragua, vinningin.