Southampton

Søguligir bygningar í Southampton.

Southampton er ein býur (city) í greivadøminum Hampshire á syðru strondini í Onglandi. Havnarbýurin hevur status bæði sum sjálvstøðugur fyrisitingarligur myndugleiki (unitary authority) og sum fyrisitingarligt øki (district) innan greivadømi.

Southampton liggur 110 kilometrar í ein útsynning frá London, nakað miðskeiðis millum býirnar Salisbury og Portsmouth. Í 2019 búðu í býnum fleiri enn 252 túsund fólk.[1]

Tvær áir, River Test og River Itchen, renna ígjøgnum Southampton og týdningarmikil herflotahavn er stødd har í býnum. Sunnan fyri Southampton liggur størsta oyggj í Onglandi, Isle of Wight.

  1. Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named kelda-1

From Wikipedia, the free encyclopedia · View on Wikipedia

Developed by Nelliwinne