The Final Frontier | ||||
---|---|---|---|---|
eftir Iron Maiden | ||||
Sjangra | New Wave of British Heavy Metal | |||
Plátufelag | EMI | |||
Framleiðari | Kevin Shirley | |||
Iron Maiden kronologi | ||||
|
The Final Frontier er tann 15. studio plátan, frá tí bretska heavy metal-bólkinum Iron Maiden. Tað er tann fyrsta studio upptøkan síðan A Matter of Life and Death frá 2006, og harvið er tað tann longsta tíðin ímillum tvær Iron Maiden studio plátur. Tónleikurin er komponeraður av limunum í bólkinum, meðan Steve Harris og Bruce Dickinson eru krediteraðir fyri tekstin.
Plátan var útgivin kring allan heim, tann 18. august 2010. Hon varð fyrst útgivin tann 13. august 2010, ið Týsklandi.