Tokuma Japan Communications er tónleikadeildin hjá japanska útgávufelagnum, sum alment kallast Tokuma Shoten Publishing Co., Ltd. Á japanskum 株式会社徳間書店 Kabushigaisha Tokuma Shoten. Síðani 1954 hevur felagið givið bæði spælifilmar, teknifilmar (anime) og teknirøðir (manga) út. Tónleikadeildin hevur ímillum annað givið út plátur hjá kenda bólkinum Perfume.