Tommy Seebach (14. september 1949 í Keypmannahavn – 31. mars 2003 í Klampenborg) var ein danskur sangari, sangskrivari og pianistur, sum serliga í 1980'unum skrivaði vælumtóktir sangir. Hann doyði knappliga, fall um meðan hann gekk niðan gjøgnum eina brekku á Bakkanum í Klampenborg (Dyrehavsbakken), hann doyði á veg til sjúkrahúsið bert 53 ára gamal. Í 2009 gjørdist sonur hansara Rasmus Seebach kendur í Danmark, sum sangari, og tað skapti eisini ein nýggjan áhuga fyri tónleikinum hjá pápa hansara. Árið eftir var ein DVD um Tommy Seebach givin út, og ein sjónvarpssending, Tommy, varð gjørd um lív hansara.[1]