| |||
Tjóðarslagorð: "In God We Trust" | |||
Tjóðsangur: "The Star-Spangled Banner" | |||
Alment mál | Enskt (de facto) | ||
Høvuðsstaður | Washington DC | ||
Forseti | Donald Trump | ||
Varaforseti | J.D. Vance | ||
Fullveldi | 4. juli 1776 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
9 826 675 km² 6,76 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2019 - tættleiki |
328 239 523 35/km² | ||
Gjaldoyra | Amerikanskur dollari (USD) | ||
Tíðarøki | UTC -4 til -10 | ||
Økisnavn á alnetinum | .gov, .mil, .edu, og .us | ||
Telefonkota | +1
| ||
Sameindu Statirnir í Amerika (stytt SSA; alment enskt heiti: United States of America, stytt USA, eisini America framborið /uh-mer-i-kuh/ [1]) ella Sameindu Statirnir (á enskum United States, stytt U.S.) er heimsins triðstørsta land, bæði í stødd (minni enn Kanada og Russland) og fólkatali (færri enn í India og í Kina). Landið er býtt í 50 lutstatir, eindardistriktið Washington DC (sum eisini er høvuðsstaður) og fleiri partar handan hav. Av teimum er oyggin Puerto Riko í Karibiska havinum størsti parturin og har tað búgva flest fólk. Aðrar oyggjar, sum USA eigur, eru t. d. Amerikonsku Jómfrúoyggjar, Amerikanska Sámoa, Guam, Norðurmarianoyggjar og nógvar oyggjar við ongum fólki (t. d. Midwayoyggjar, Palmyraoyggj, Johnstonoyggj, Bakeroyggj, Wakeoyggj, Howlandoyggj, v. fl.). Á mongum oyggjum eru amerikanskar hernaðarstøðir. Síðani 1898 hevur USA havt eina stóra marinustøð á Kuba – Guantánamoflógvi. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni.
USA er heimsins máttmiklasta [2][3] og ríkasta land (BTÚ) [4]. Stórt tilfeingi av kilo, olju og steinsløgum, umframt ógvisliga tilflytingin í 19. og 20. øld, hevur verið høvuðsatvoldin til bráða vøksturin í ídnaðinum og góðu lívskorini. Amerikonsk vøra og amerikonsk mentan eru nú á døgum kend um allan heimin. Markið ímillum USA og Kanada er heimsins longsta óvarda landamark [5]. New York City í New York er størsti býur, har búgva 8 milliónir fólk, síðan eru tað Los Angeles í Kalifornia og Chicago í Illinois. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, skógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll.
Eftir at USA í 1776 fekk fullveldi frá Bretlandi, bleiv USA eitt av fyrstu modernaðu og umboðanarfólkaræðum í heiminum. Upprunaliga politiska skipanin var eitt samveldi millum statirnar. Eftir nógv kjak varð eitt miðsett stýri sett í staðin; hetta var í 1789. Í 19. øld vórðu fleiri nýggir statir tiknir uppí, antin av fríum vilja ella eftir kríggj, og USA vaks vestureftir og suðureftir (jørð í Meksiko) á Norðuramerikanska meginlandinum. Tvær stórar kreppur meðan hetta varð, vóru borgarakríggið (1861-1865) og Depressiónin Mikla (1929-1939). Eftir Annað heimskríggj var USA onnur av tveimum risaveldum; hin var Sovjetsamveldið. Hesar báðar risaveldirnar stríddust nógv gjøgnum tað Kalda kríggið. Eftir at Kalda kríggið í 1991 endaði óavgjørt, upploystist Sovjetsamveldið og USA var einasta risaveldi eftir.