Ulf Lundell (føddur 20. november 1949 í Stockholm) er ein sangari, tónleikari, rithøvundur og listamaður úr Svøríki.[1] Hann útgav sína fyrstu plátu í 1975, sum var lp'in Vargmåne. Í 1976 útgav hann sína fyrstu skaldsøgu, Jack. Síðan hevur hann verið sera virkin bæði innan tónleik og sum rithøvundur. Í 1980-árunum slóð Lundell ígjøgnum við sanginum "Öppna landskap", ein sangur, sum var í uppskoti til nýggjan tjóðsang, og sum seinni var spældur av Högvakten i Stockholm (vaktparadan).[2]