Venstre, Danmarks Liberale Parti | |
---|---|
Formaður | Jakob Ellemann-Jensen |
Stovnaður | 1870, nógv broyttur í 1910 |
Høvuðsskrivstova |
Søllerødvej 30 2840 Holte |
Ungdómsvongur | Venstres Ungdom |
Studentavongur | Danmarks Liberale Studerende |
Ideologi |
Konservativ liberalisma[1] Agrarianism[1][2] |
Politisk støða | Mið-høgra[3] |
Altjóða tilknýti | Liberal International |
Evropeiskt tilknýti | Alliance of Liberals and Democrats for Europe |
Evropaparlament-bólkur | Alliance of Liberals and Democrats for Europe |
Litir | Blátt |
Fólkatingið: |
47 / 179 |
Evropaparlamentið: |
2 / 13 |
Regiónir:[4] |
62 / 205 |
Býráð:[5] |
767 / 2.444 |
Valbókstavur | |
Heimasíða | |
www.venstre.dk |
Venstre, Danmarks Liberale Parti, sum oftast bara nevnt Venstre (merkir Vinstri), er ein danskur politiskur flokkur. Flokkurin hevur bókstavin V á atkvøðuseðlinum og er elsti flokkur í Danmark, sum enn er til.
Navnið Venstre kommur av, at flokkurin, tá ið hann varð stovnaður í 1870, var á vinstravonginum: Hann stríddist fyri líkarætti millum tær ymisku stættirnar í samfelagnum, fyri skúla til øll børn og líka rætt til læknahjálp. Í dag er Venstre ein høgrasinnaður flokkur.
Ungdómsflokkurin hjá Venstre eitur Venstres Ungdom (VU) og er meira liberalur enn móðurflokkurin. Harumframt er Liberalt Oplysnings Forbund (LOF) og Danmarks Liberale Studerende knýtt at Venstre. Føroyski flokkurin Sambandsflokkurin er systurflokkur Venstre og gerst vanliga ein partur av tingbólkinum hjá Venstre, tá ið Sambandsflokkurin fær umboðan á Fólkatingi.