Wanessa Godói Camargo Fedorenta Buaiz[1] (fødd 28. desember 1982 í Goiânia, Goiás í Brasil), best kend sum Wanessa, er ein popp songkvinna, sum hevur útgivið fleiri tónleikaútgávur, sum hava selt so nógv í heimlandi hennara, at útgávur hava fingið gull og platin heiður. Tveir føroyingar hava komponerað ein av hennara sangum, sum er á fløguni DNA, sum kom út á enskum í 2011. Føroyingarnir eru Bárður Háberg og Óli Jógvansson, sum eiga fyritøkuna Baroli Music. Sangurin hjá teimum, sum Wanessa syngur eitur High.