Washington, D.C. | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Land: | USA |
Vídd: | 177,0 km² |
Fólkatal (2016): | 681,170 |
Fólkatættleiki: | 3,572,4/km² |
Heimasíða: | www.dc.gov |
Washington, D.C. (alment District of Columbia), ofta eisini bara nevnt Washington, er samveldishøvuðsstaður í Sameindu Statunum, og hevur umleið 632 000 íbúgvar. Hann varð bygdur til høvuðsstað, eftir at landið varð sjálvstøðugt, og stendur beinleiðis undir felagsstjórnini. Hann er vakur býur við prýðiligum bygningum og vakstrargørðum. Býurin Washington breiðir seg út við nógvum grønum blettum. Serliga úti við Hvítu Húsini, stjórnarbygningarnar, Frælsisvarðan og har eru eisini risasøvnini. Vegirnir eru breiðir og beinir. Borgin, sum kongressin kemur saman í, eitur Capitol. Amerikanska kongressin hevur tvey kømur: Umboðsmannatingið og Senatið.
Washington DC varð grundaður 16. juli 1790. Býurin bleiv doyptur Washington 9. septembur 1791 eftir George Washington forseta. Navnið hevur tveir partar: Washington (ein býur) og District of Columbia ella DC. Stjórnin í USA heldur til í Washington DC, har forsetin og húski hansara búgva í Hvítu Húsunum. Her hava teir húsast t.d. George Washington, Thomas Jefferson, Abraham Lincoln, Theodore Roosevelt, John F. Kennedy, Jimmy Carter, Ronald Reagan, Bill Clinton, George W. Bush og Barack H. Obama.
Í 1790-1791 samtykti amerikanska tingið lógirnar at fáa skipað ein høvuðsstað í øllum USA. Men tingið vildi sleppa undan ósemju millum londini um, hvar hann skuldi vera. So tá ið George Washington, forseti, hevði valt økið til høvuðsstaðin, sum varð nevndur eftir honum, fekk býurin og lendið serstøðu í samveldinum; District of Columbia, stytt DC. District of Columbia er tí ikki eitt stakríki í USA.
Fólkið í Washington D.C. hevur valrætt til umboðsmannatingið, men tingmenn teirra hava ikki atkvøðurætt. Høvuðsstaðurin er eitt samveldisøki, og tey ið búgva har hava - mótsett íbúgvunum í teimum 50 statunum – onki umboð við atkvøðurætti í Kongressuni. So tey stríðast fyri at fáa rættindi sum ein statur, uttan at hetta hevur eydnast higartil.